Fótbóltsamband Føroya hevur umsíðir fingið sína egnu Facebook-síðu. Við hesum kunnu fjeppararnir koma nærri landsliðnum
Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandi Føroya tann 18. februar, varð nýggja heimasíðan almannakunngjørd, og nú hevur FSF eisini fingið sína egnu síðu á Facebook.

Nýggja fjepparasíðan varð gjørd almenn fríggjadagin í seinastu viku, og longu nú hava fleiri enn 300 fólk ‘dámt’ síðuna.

Í hesum sambandi vórðu tvær landsliðstroyggjur burturlutaðar, ímillum allar fjeppararnar hjá FSF á Facebook. Hetta varð gjørt sama dag, fjepparasíðan bleiv almenn..

Verjuspælarin hjá Víkingi og føroyska A-landsliðnum, Atli Gregersen, var komin at draga, og hepnu vinnararnir gjørdust Kirstin Olsen, av Strondum, og Karl Martin Klein, úr Hoyvík.

Fjepparasíðan hjá Fótbóltssamband Føroya á Facebook, eitur: FSF – The Faroe Islands Football Association (The official fanpage).