Fótbóltssamband Føroya og Lars Olsen hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum gongur út við árslok í 2015

Tað er nú greitt, at Lars Olsen heldur fram í starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari, eisini eftir at verandi sáttmáli gongur út seinast í hesum árinum.

Fótbóltssamband Føroya og Lars Olsen hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum bindur partarnar at hvør øðrum fram til 31. desember 2015.

Í november í 2011 skrivaðu FSF og Lars Olsen undir ein tvey-ára sáttmála, og hava partarnir verið sera væl nøgdir við samstarvið.

Lars Olsen hevur annars verið settur í samband við fleiri venjarastørv í donsku Superliguni seinastu mánaðarnar, men tað verður also føroyska A-landsliðið, ið danin fer at stjórna komandi hálvt triðja árið.

Næsta stóra uppgávan hjá Lars Olsen og føroyska fótbóltslandsliðnum verður um fýra vikur, tá Írland og Føroyar møtast í Aviva Stadion í Dublin, í undankappingardysti til HM 2014.