Føroyska U17-landsliðið við gentum skal hava nýggjan venjara. Freistin at søkja er fríggjadagin 31. januar 2014
Fótbóltssamband Føroya sóknast eftir nýggjum venjara til U17-landsliðið við gentum.

Seinastu árini hevur Jón Pauli Olsen verið venjari hjá U17-gentunum, men nú er greitt, at Jón Pauli ikki heldur fram, og starvið sum venjari hjá U17-landsliðnum við gentum verður hervið lýst leyst at søkja.

Umsøkjararnir skulu hava royndir sum venjarar, og skulu helst hava UEFA- A venjaraprógv.

Uppgávurnar hjá venjaranum eru fjølbroyttar, og eru m.a.:

– Fylgja væl við hvørjir leikarar eru viðkomandi til U17-landsliðið við gentum. Herundir at hava gott innlit í venjingarstøðuna hjá leikarunum, m.a. við at útvega testúrslit.

– Standa fyri eini skipaðari úttøku av leikarum til venjing og dystir.

– Regluliga samskifta við venjararnar í feløgunum kring landið í sambandi við úttøkuna og kunna teir um krøv, sum verða sett leikarum, ið koma á U17-landsliðið við gentum.

– Skráseta viðkomandi fótbóltsupplýsingar um hvønn einstakan leikara í samstarvi við umsitingina í FSF.

– Upplýsa leikarar um týdningin av hvíld, góðum kostvanum og sunnum lívstíli.

– Stimbra leikararnar til at fáa mest møguligt burtur úr venjing og dystum, og at seta sær greið ítróttarlig mál.

– Lata umsitingini hjá FSF endaliga úttøku av leikarum, við øllum neyðugum upplýsingum.

– Lata FSF frágreiðing frá ferðum og dystum hjá liðnum

– Vera uttanveltaður mótvegis leikarum í egnum felag ella øðrum feløgum í sambandi við landsliðið. Venjarin skal eisini halda seg frá at ávirka leikarar til at skifta felag.

Metir tú teg uppfylla omanfyri nevndu treytir, og hevur starvið sum landsliðsvenjari tín áhuga, send umsókn við CV, til Virgar Hvidbro, [email protected], har greitt verður nærri frá, hví tú ert rætti persónurin at verða føroyskur ungdómslandsliðsvenjari.

U17-liðið við gentum hevur tvær spennandi kappingar fyri framman í 2014. Í apríl skal liðið taka lut í UEFA-minikapping í Norðurírlandi, og í september verða Føroyar vertir fyri EM-undankapping, tá føroyska U17-landsliðið við gentum á heimavølli skal royna seg ímóti Noregi, Italia og Grikkalandi.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, set teg í samband við Virgar Hvidbro, aðalskrivara, tel. 29 19 75, ella umvegis teldupost, [email protected].

Freistin at søkja er fríggjadagin 31. januar 2014.