Tá tilboðini um at byggja nýggja FSF-húsið við suðurendan á Tórsvølli komu inn, hevði J&K Petersen lægsta boð at gera arbeiðið í høvuðsarbeiðstøku
Boðið hjá J&K Petersen var 30,5 mió. krónur, sum er nakað lægri enn kostnaðarmetingin, sum ljóðaði uppá 33,1 mió. krónur. Næstlægsta boð átti Búsetur, sum bjóðar seg fram at gera bygningin fyri 34,2 mió. krónur, meðan Articon hevði hægsta boð á 35,3 mió. krónur.
Bygningurin, sum er 3. byggistig at dagføra Tórsvøll, og fyrsta byggistig at fáa øll áskoðaraplássini við vøllin undir tak, verður í trimum hæddum. Umframt at hýsa virkseminum hjá Fótbóltssambandi Føroya á ovastu hædd, verða 900 áskoðarapláss í bygninginum, sum öll verða undir taki. Í niðastu hæddini er ætlanin at hava kafé ella okkurt líknandi, meðan miðhæddin í fyrstu atløgu ikki verður innrættað.
Seinasta mánaðin hava Rúni Abrahamsen, ráðgevi hjá FSF og Oyvindur Brimnes, byggiharraráðgevi hjá FSF havt samráðingar við J&K um endaligan sáttmála.
Undir gjøgnumgondini av projektinum eru eisini ávísar tillagingar gjørdar og geva tær eina meirútreiðslu á uml. 1 mió kr. Endaliga sáttmálin, sum bleiv undirskrivaður, er ein fastprísavtala, og bleiv tá saman um kom 34.8 mió. krónur, og fevnir hann allan prís- og lønarvøkstur, umframt broytingar í nøgdarlistanum og møguligar projekteringsfeilir.
Róin Schrøter, varaforseti Fótbóltssambandi Føroya, sum undirskrivaði sáttmálan vegna FSF, segði seg vera sera væl nøgdan við sáttmálan, og er tað við spenningi at vit síggja fram til at arbeiðið verður liðugt um eitt ár.