Á árliga aðalfundinum hjá FIFA, sum í dag verður hildin á Mauritius, er FSF-forsetin, Christian F. Andreasen valdur í yvirkærunevndina hjá FIFA
Á aðalfundinum verða viðtøkurnar hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA endurskoðarar, alt við tí endamáli at gera felagsskapin meira demokratiskan og fyri at skapa størri gjøgnumskygni.
Ein broyting verður, at nú skal aðalfundurin hjá FIFA velja umboðini í aganevndina, etisku nevndina og yvirkærunevndina hjá FIFA.
Yvirkærnevndin hjá FIFA tekur støðu til kærur, sum aganevndin og etiska nevndin taka. Nevndin er hægsti dømandi myndugleikin í FIFA.
UEFA hevur fingið tvey umboð í yvirkærunevndina, og hevur aðalfundurin valt FSF-forsetan, Christian F. Andreasen, sum annað umboðið hjá UEFA í yvirkærunevndina.
Christian F. Andreasen, FSF-forseti (t.v.), Virgar Hvidbro, aðalskrivari, og Jógvan Páll Joensen, starvsnevndarlimur, umboða Fótbóltssamband Føroya á aðalfundinum hjá FIFA