Magni Mohr, lektari og granskari á Deildini fyri Náttúru- og Heilsuvísund á Fróðskarparsetrinum, er farin undir eina granskingarverkætlan, har FSF er ein samstarvsfelagi
Stutt fyri jól kunngjørdi Granskingarnevndin, at hon millum annað hevði játtað slaka hálva millión í stuðuli til Magna Mohr, lektara, í sambandi við eina granskingarverkætlan um heilsufremjandi árin av rørslufótbólti.
Talan er um eina verkætlan, har granskað verður í heilsufremjandi árinum av rørslufótbólti hjá kvinnuligum og mannligum sjúklingum, ið eru í vandi fyri at fáa diabetes 2.
Fótbóltssamband Føroya er samstarvsfelagi hjá Magna Mohr í sambandi við verkætlanina, og Róin Schrøter, varaforseti í FSF, fegnast um, at Granskingarnevndin hevur játtað nærum eina hálva millión í stuðuli til ætlanina.
–
– Hetta er ótrúliga jaligt. Vit í FSF vilja fegin eisini verða partur av granskingarætlanum, sum fótbóltur er partur av. Um vit kunnu stuðla Magna Mohr í gransking, sum yvir eitt longri tíðarskeið kann vísa á, hvussu fótbóltur kann ávirka heilsustøðuna hjá okkum føroyingum rætta vegin, so er tað bert at gleðast um, sigur Róin Schrøter.