Sum liður í at fáa fleiri dómarar til føroysku kappingina, er FSF farið undir eitt átak við lýsingum og øðrum, sum vónandi kunnu eggja fleiri at tekna seg á dómaraskeiðini hjá FSF

Ásannandi, at tað er tørvur á nógv fleiri dómarum til at døma dystirnar, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri, og har FSF ásetir dómarar, verður í næstum farið undir enn eitt átak, fyri at varpa ljós á og kveikja áhugan fyri døming.

Sum liður í átakinum, hevur FSF gjørt nakrar plakatir, ið eru bornar út til feløgini, við vón um, at hesar plakatir verða hongdar upp á einum sjónligum stað í felagshúsunum kring landið.

Harafturat hevur Fótbóltssamband Føroya fingið gjørt ein ljóð-lýsing, ið javnan er at hoyra á Rás2.

Lýsingar og plakatir eru altíð góðar til áminning, men av royndum vita vit kortini, at besti hátturin, at fáa nýggjar dómarar, er at tosa við fólk, og soleiðis eggja øðrum at gerast dómarar. Og tað er serliga tað, at tosa við fólk, ið FSF vónar at feløg og einstaklingar, ið varða av døming, vilja virka við til næstu tíðina, og soleiðis fáa enn fleiri at tekna seg til dómaraskeiðini, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri.

Endamálið við átakinum er at útbúgva fleiri dómarar, so tað framyvir verða enn fleiri dómarar tøkir, tá FSF skal áseta dómarar til dystir føroysku fótbóltskappingina.

Eftir ætlan verða tvey FSF-dómaraskeið í apríl mánaða (tað er dómaraskeið við próvtøku). Fyrra skeiðið verður í døgunum 5. og 6. apríl, meðan seinna skeiðið, sum serliga er ætlað kvinnum, verður 12. og 13. apríl. Bæði skeiðini verða í FSF-húsinum í Havn.

Tó er eisini møguleiki fyri, at dómaraskeið kunnu verða úti í feløgunum. Tó er ynskiligt, at tað í hesum føri eru í minsta lagi 8 luttakarar.

Áhugaði kunnu venda sær til Lassin Isaksen, dómaraleiðara hjá Fótbóltssambandi Føroya, tel. 29 19 80, ella við at senda teldupost til [email protected].