Sum partur av menningini av føroyskum fótbólti og føroysku fótbóltsfeløgunum, fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri skeiðum innan fyrisiting

Føroyskur fótbóltur er støðugari í menning, og hetta setir alsamt hægri krøv til millum annað tey, ið eru partur av fyrisitingarligu uppgávunum í feløgunum.

 

Í hesum sambandi fer Fótbóltssamband Føroya í næstum at skipa fyri skeiðum innan fyrisiting. Skeiðini verða í Havn, á Tvøroyri og í Klaksvík, men um áhugi og undirtøka er, verða skeiðini eisini hildin aðrastaðni kring landið.

 

Fyribilsskráin sær soleiðis út

 

23. februar 2019 – KT loysnir

Kunning og frálæra um Comet og Intranet

 

Apríl 2019 – Fíggjar- og tryggingarviðurskifti

Frálæra um fíggjarviðurskifti innan roknskap, skat og meirvirðisgjald (mvg), og frágreiðing um tryggingarmøguleikar í ítróttarfeløgum

 

Skeiðini verða hesar dagar: 3. apríl 2019 á Tvøroyri, 9. apríl 2019 í Klaksvík og 10. apríl 2019 í Tórshavn.

 

September 2019 – Samskifti

Frálæra um innan- og uttanhýsis samskifti (fjølmiðlar, sosialir miålar og heimasíðan)

 

Februar 2020 – Sponsorar / stuðlar

Frálæra um, hvussu feløg kunnu fáa fleiri sponsorar / stuðlar, og hvussu feløgini kunnu gera, fyri at varðveita verandi sponsorarnar / stuðlarnar

 

Mai 2020 – Sjálvboðin

Hvat kann gerast, fyri at fáa fleiri sjálvboðin at taka lut í feløgunum, og hvat kann gerast fyri at varðveita tey, sum gera sjálvboði arbeiði í felagnum

 

November 2020 – Bygnaður

Frálæra um, hvussu fótbóltsfeløg kunnu skipast

 

Skeiðini verða lýst so hvørt, tey verða á skrá. Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

Yvirlitið sæst undir Útbúgvingar á breddanum ovast á FSF.fo.