Sum partur av menningini av føroyskum fótbólti og føroysku fótbóltsfeløgunum, skipar FSF í næstum fyri skeiði innan fótbóltsfyrisiting

——————

Føroyskur fótbóltur er í støðugari menning, og hetta setir alsamt størri og hægri krøv til millum annað tey, ið eru partur av fyrisitingarligu uppgávunum í feløgunum kring landið.

Og tað er í hesum sambandi, at Fótbóltssamband Føroya í næstum skipar fyri skeiði innan fótbóltsfyrisiting.

Endamálið við skeiðnum er at geva samskiparum og øðrum áhugaðum innlit í viðkomandi reglugerðir og mannagongdir í samband við virksemið í feløgunum.

Skeiðið verður skipað í trimum pørtum, sum vera á Tórsvølli 23. februar (intro og Comet), 9. mars (dystarfyriskipan, felagsstev, Match fixing, doping og integritetur) og 16. mars (reglugerðir, leiðsluhondbókin og TMS). Hvønn dag frá klokkan 17:00 til 20:00.

Freistin at boða frá luttøku er mikudagin 16. februar. Tilmeldingin fer fram við at útfylla TILMELDINGARSKJALIÐ, ið síðan skal sendast til Andrass Thomsen, [email protected].

Kostnaðurin fyri at luttaka á skeiðnum um Fótbóltsfyrisiting er 395 kr. Feløgini kunnu rinda fyri skeiðið umvegis MAFF stuðulin.