Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, og føroyski liðskiparin, Fróði Benjaminsen atkvøddu fyri Lionel Messi, í sambandi við heimsins besta fótbóltsspælara 2015. Og tað bleiv eisini argentinski bóltsnillingurin, ið fór avstað við heiðurinum
Tað er altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, ið skipar fyri atkvøðugreiðsluni til Ballon d’Or, sum varð hildin í Nyon í Sveis mánadagin.

A-landsliðsvenjarar, liðskiparar og fjølmiðlafólk atkvøða, og tá avtornaði fór stóra stjørnan í FC Barcelona og á argentinska landsliðnum, Lionel Messi avstað við heiðurinum, sum heimsins besti fótbóltsspælari 2015.

Umframt Fróði Benjaminsen og Lars Olsen, greiddi Tróndur Arge eisini atkvøðu umboðandi Føroyar. Og Tróndur var samdur við landsliðsvenjaranum og liðskiparanum um, hvør var heimsins besti spælari í fjør.

Tá allar atkvøðurnar vóru taldar saman, hevði Messi fingið 41,3 prosent, Ronaldo 27,7 prosent, meðan Neymar endaði á triðja plássi við 7,8 prosentum.

Fróði Benjaminsen:
1. Lionel Messi
2. Cristiano Ronaldo
3. Neymar

Lars Olsen:
1. Lionel Messi
2. Cristiano Ronaldo
3. Neymar

Tróndur Arge:
1. Lionel Messi
2. Cristiano Ronaldo
3. Luis Suárez

Hetta er fimtu ferðina, at Lionel Messi hevur vunnið Ballon d’Or og kosin til ársins fótbóltsspælara av FIFA.

Ársins lið 2015:
Málverji: Manuel Neuer.

Verjuleikarar: Thiago Silva, Marcelo, Sergio Ramos og Dani Alves.

Miðvallarar: Andres Iniseta, Luka Modric og Paul Pogba.

Framherjar: Lionel Messi, Neymar og Cristiano Ronaldo.

Heimsins besti kvinnuligi fótbóltsspælari 2015 gjørdist Carli Lloyd úr USA.