KÍ, AB, B36 og Víkingur hava spælt seg víðari til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum
Hósdagin vórðu fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum spældar. B36 vann tepran sigur á Skála, meðan Víkingur vann á NSÍ/B68. Eisini KÍ og AB eru víðari í kappingini, eftir sannførandi sigrar á ávikavist HB og ÍF.

Skála – B36 1-2 (1-2)
Av teimum fýra fjórðingsfinalunum ið vórðu spældar hósdagin, var størsti spenningur í dystinum á Skála, har B36 var á vitjan.
Hóast B36 var greitt omaná í fyrra hálvleiki, so var tað kortini Skála ið fekk fyrsta málið. Málskjútti var Marita á Fríðriksmørk í 18. minutti.
Men bara fáar minuttir seinni stóð á jøvnum, og stutt fyri hálvleik legði B36 seg á odda. Málini hjá árstalsfelagnum gjørdu Brynja Høj og Margit Magnusardóttir.
Skála legði nógv fyri at javna í seinna hálvleiki, men fleiri mál komu ikki. Sostatt ferð B36 víðari til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum.

KÍ – HB 4-0 (0-0)
Klaksvíkskvinnur gjørdu sína skyldu sum oddalið í landskappingini, tá tær við Djúpumýru tóku ímóti HB.
KÍ var leikliga omaná allan dystin, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki at dysturin varð avgjørdur. Eftir málleysan fyrra hálvleik, setti KÍ alt upp á pláss eftir steðgin og vann 4-0.
Málini hjá KÍ gjørdu Katrina Akursmørk, Malena Josephsen, Sigrid Jacobsen og Rannvá B. Andreassen.

AB – ÍF 5-0 (4-0)
Á Argjum avgjørdi heimaliðið alt fyri steðgin. AB var á odda 4-0 ímóti ÍF eftir fyrstu 45 minuttirnar, og tá dómarin bríkslaði av, var støðan 5-0 til argjakvinnur.
Ásleyg Súnadóttir skoraði tríggjar ferðir, meðan Elin Maria Isaksen og Doris í Garði Olafsdóttir gjørdu hvør sítt mál.

Víkingur – NSÍ/B68 3-1 (1-0)
Víkingur, ið hevur fingið eina heldur slaka byrjan í landskappingini, er víðari til hálvfinalurnar í steypakappingini.
Felagsliðið út Gøtu og Leirvík hevði í fjórðingsfinalunum vitjan av felagsliðnum hjá NSÍ og B68.
Heimaliðið í Leirvík vann 3-1, eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Einsamalla málið í fyrra hálvleiki skoraði Jóhanna Lervig.
Stutt eftir steðgin javnaði NSÍ/B68 til 1-1, tá Margunn Lindholm setti bóltin í netið. Men lítla løtu seinni skoraði Ansy Sevdal tvær ferðir innan fáa minuttir, og avgjørdi harvið dystin til fyrimuns fyri Víking.
Seinastu 20 minuttirnar mátti NSÍ/B68 spæla við einum leikara færri á vøllinum, eftir at Durita Nielsen varð rikin av vølli fyri sítt seinna gula kort.

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar 6. og 27. juni.