Føroyska landsliðið hevði av álvara uppiborið minst eitt stig móti Skotlandi. Men tá tað restaðu fýra minuttir av vanligu leiktíðini, fingu skotar sigursmálið, og vunnu 1-0

——————

Sama søgan umaftur. Føroyska liðið spælir væl og kemur fram til fleiri góðar og vandamiklar støður, sum áttu at givið mál. Men tá avtornar fara gestirnir avstað við sigrinum og øllum stigunum.

Og soleiðis var aftur ímóti Skotlandi, sum týskvøldið fór av Tórsvølli við einum sera teprum 1-0 sigri í viðførinum. Sigursmálið fingu skotar tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Málskjútti var Lyndon Dykes.

Tað tók allíkavæl eina løtu, til málið varð endaliga góðtikið. VAR mátti upp í leikin, tí spurningurin var, um bólturin rakti armin á skotanum, áðrenn hann fór í netið. Men eftir eina løtu fall avgerðin, og málið bleiv, tíverri fyri okkum, góðkent.

Samstundis sum Føroyar og Skotland dystaðust á Tórsvølli, vunnu danir 1-0 á heimavølli móti Eysturríki, og í Ísrael vann heimaliðið 2-1 á Moldova.

Úrslitini hava við sær, at Danmark hevur 24 stig, og hevur harvið tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum komandi ár. Skotland hevur 17 stig, Ísrael 14, Eysturríki hevur 10 stig, á fimta plássi eru Føroyar við 4 stigum, og aftast er Moldova við einum stigi.

Føroyska A-landsliðið við monnum skal á vøllin aftur fríggjadagin 12. og mánadagin 15. november, tá seinastu dystirnir í hesari undankappingini eru á skránni. Fyrri dysturin verður í Parkini í Keypmannahavn, og tann seinni verður á útivølli móti Ísrael.

Myndir: Hans Erik Danielsen og Bjarni Enghamar