Av tí at Undrið FF og Giza/Hoyvík hava spælt seg víðari í steypakappingini, eru teirra dystir í 1. umfari í landskappingini framskundaðir
Tveir innleiðandi dystir vórðu spældir í kappingini um Løgmanssteypið leygardagin 24. mars.

Undrið FF tók á heimavølli ímóti ROYN, og her eydnaðist tað vertunum at vinna 1-0.

Hin innleiðandi dysturin var millum felagsliðið Giza/Hoyvík, sum hevði vitjan av MB. Eisini her gjørdist talan um heimasigur, úrslitið varð 3-2 til felagsliðið úr Havn og Hoyvík.

Hetta hevur við sær at fyrstu dystirnir hjá Undrið FF og Giza/Hoyvík í landskappingini eru framskundaðir.

Eftir leikskránni skuldu allir dystir í 1. umfari í 2. deild hjá monnum verði spældir leygardagin 7. apríl. Men av tí at Undrið FF og Giza/Hoyvík skulu í eldin aftur í kappingini um Løgmanssteypið 2. Páskadag, sum er mánadagin 9. apríl, eru dystirnir 07 Vestur-Undrið FF og Giza/Hoyvík-Royn, framskundaðir til hósdagin 5. apríl.

Í 1. umfari í Løgmanssteypinum verður spælt soleiðis:
B68-07 Vestur
Undrið FF-B71
ÍF-EB/Streymur
FC Suðuroy-Skála
TB-HB
Víkingur-B36
KÍ-NSÍ
AB-Giza/Hoyvík

Fjórðingsfinalurnar verða spældar flaggdagin, 25. apríl.