Nýggja ljósskipanin á Tórsvølli er nú liðug, og verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni, tá manslandsliðið møtir Kekkia
——————
– Tá gamla ljósskipanin á Tórsvølli varð tikin í nýtslu í 2011, var hetta eitt frambrot fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Men nú vóru ljósini so mikið slitin, at styrkin í lampunum livdi ikki longur upp til tey krøv, ið verða sett, tá landsdystir skulu spælast.
– Harafturat var eisini munandi ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar. Í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin. Vit eru tískil sera væl nøgd við nýggju skipanina, sum nú er klár at taka í nýtslu.
Tað sigur varaaðalskrivarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Kristin Dam Ziska, við heimasíðuna hjá FSF, nú arbeiðið, at skifta ljósini á Tórsvølli er liðugt.
Tað er Musco Lighting, ið er veitari av nýggju ljósunum. Samlaður kostnaður av verkætlanini liggur um 11 milliónir krónur, sum er gjørd í samstarvi millum Tórshavnar kommunu og FSF, ið gjalda hvør sína helvt.
Nýggja ljósskipanin verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni, tá manslandsliðið tekur ímóti Kekkia í EM-undankappingardysti á Tórsvølli.
Myndir: Hans Erik Danielsen