Næsta mánaðan eru øll heimsins eygu vend ímóti Brasil, har heimsmeistarakappingin í fótbólti verður spæld
Føroyar eru ímillum tey 209 londini, ið seinastu dagarnar hava luttikið á árliga aðalfundinum hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, og er hetta einasti felagsskapur í heiminum, ið hevur so nógv limalond.
Í stóra fundarhølinum í Sao Paulo, har aðalfundurin hevur verið hildin seinastu dagarnar, hava føroysku umboðini sitið ímillum Etiopia og Fiji, og beint aftan fyri føroyingarnar hava umboðini fyri Iran og Irak sitið lið um lið. Harafturat hevur FIFA fingið í lag samstarv ímillum Palestina og Ísrael, og er hetta enn eitt dømi um, at fótbólturin av álvara megnar at savna allan heimin.
Í Brasil hoyrist javnan um skipaðan kriminalitet og ófrið í sambandi við fótbóltdystir, men nú Brasil skulu hýsa heimsins størstu fótbóltskapping, verður nógv gjørt fyri at trygdin er í lagi. Almenna íbúgvaratalið í Sao Paulo er umleið 12 milliónur, men myndugleikarnir meta kortini, at eini 20 milliónur menniskju búgva í býnum, og hetta setir tískil stór krøv til fyriskipararnar.
Setanardysturin millum Brasil og Kroatia verður á Arena Corinthians í Sao Paulo hósdagin 12. juni, og ein góðan mánaða seinni, sunnudagin 13. juli, verður finalan spæld á Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro.
Fyri fýra árum síðani, tá HM-endaspælið varð spælt í Suðurafrika, vunnu spaniólar kappingina, og komandi mánaðin skal ein nýggjur heimsmeistari finnast, um spaniólar ikki endurtaka sigurin.
Í sambandi við HM-endaspælið í Brasil, eru strang trygdartiltøk sett í verk í øllum landinum
Umboðini fyri Fótbóltssamband Føroya, ið hava luttikið á árliga aðalfundinum hjá FIFA. F.v.: Jákup Martin Joensen, nevndarlimur, Róin Schrøter, varaforseti, og Virgar Hvidbro, aðalskrivari