Í samband við árliga grassrootsdagin, ið UEFA ásetti at vera mikudagin 22. mai, heitti FSF á øll limafeløgini um at skipa fyri serstøkum tiltøkum, undir heitinum, “Fótbóltur fyri øll”. Tá saman um kom skipaðu ellivu feløg fyri ymiskum tiltøkum

18. apríl 2013 sendi Fótbóltssamband Føroya skriv/teldupost til fóbóltsfeløgini kring landið, har heitt var á feløgini um at skipa fyri grassrootstiltøkum, undir heitinum FÓTBÓLTUR FYRI ØLL.

Víst varð millum annað á, at “UEFA hevur peikað á mikudagin 22. mai sum serstakan grassrootsdag í 2013 og heitir á øll limalondini um at skipa fyri serstøkum grassrootstiltøkum um hetta mundið.”

Lagt varð aftrat, at “Best er, um tiltakið er í viku 21, men tað er ikki nøkur treyt. Seinasta freist, at hava eitt tiltak, ið kemur undir hetta átakið, er í viku 23.”

Eftir tiltakið skuldu feløgini senda Fótbóltssambandi Føroya eina frágreiðing saman við myndum. Freistin varð sett til 13. juni 2013.

Men hvat er so FÓTBÓLTUR FYRI ØLL?
Í skrivinum varð millum annað sagt, at “Her er tað bara hugflogið sum avmarkar. Endamálið er í hvussu er at ØLL skulu hava tað gott og stuttligt saman við bóltinum. At bólturin kann vera við til at fáa fólk at samstarva, at kýta seg, at røra seg, at flenna, at kappast, at harmast, at gleðast, at bróta niður forðingar, ja, at koma hvørjum øðrum við.”

Nú, freistin væl og virðiliga er farin, hava tíggju feløg sent frágreiðing og myndir til FSF. Tey 10 feløgini eru KÍ, B68, Skála, B36, Giza/FC Hoyvík, Undrið FF, AB, 07 Vestur, B71, HB og TB.
Hesi 10 feløgini hava skipað fyri tilsamans 16 tiltøkum við umleið 1500 luttakarum.

Samstundis merkir hetta, at hesi feløg fáa 15 bóltar í part frá Fótbóltssambandi Føroya. Har afturat hava trý feløg eisini vunnið 25 bóltar afturat í part. Tey eru B71, KÍ og B68.

Niðanfyri er ein stutt frágreiðing frá ymisku tiltøkunum – fyri tað mesta orðað soleiðis, sum feløgini sjálvi hava lýst hesi. Eisini eru myndir frá nøkrum av tiltøkunum – serstakliga frá teimum seks tiltøkunum, ið B71 skipaði fyri.
 

Ungdómsbólkurin hjá KÍ setti sær sum mál at hava eitt fótbóltstiltak fyri fólki við breki og eitt fyri børnum, sum gekk tvørtur um aldursmørk og kyn.
Tiltakið var 22. mai 2013. Vit býttu uppgávurnar millum okkum og skuldu brúka umleið 10 venjarar. Avgjørt varð eisini, at leikararnir skuldu fáa sodavatn og frukt.
Tiltakið varð væl lýst, m.a. í Norðlýsinum, á heimasíðuni hjá ÍSB, hjá KÍ, og á Facebook. Tiltakið varð eisini umrøtt í eini sending hjá Rás 2.

Vit byrjaðu dagin við at møtast kl. 11, har tær síðstu fyrireikingarnar til tiltøkini vórðu gjørdar, mál vórðu sett upp, og sodavatn og frukt vórðu fingin til vega.
Tíverri møtti eingin luttakari upp til “Fótbóltur fyri øll” sum var kl. 14. Einans tvey hjálparfólk, ein deyvatolkur og ítróttarráðgevin hjá ÍSB møttu.
Tvær høvuðsgrundir til at ongin møtti upp var, at Javni hevði skipað fyri einum túri við Norrønu, sum lá samstundis sum tiltakið og so var veðrið eisini ótrúliga keðiligt henda dagin.

Hóast keðiligt veður í allar mátar: vindur, regn, kavi og kalt, so møttu 80 leikarar upp til seinna tiltakið. Teir 12 venjararnir vóru væl fyrireikaðir og høvdu eina venjing hvør, meðan leikararnir ferðaðust millum venjingarnar. Til sjálvar venjingarnar vóru teir vanligu árgangirnir saman, meðan tey vórðu koyrdir í ymisk lið, tá dystirnir vórðu leiktir.

Aftaná vóru venjararnir og leikararnir væl nøgdir, tí man, hóast keðiliga veðrið, fekk tað burturúr, sum man hevði ætlað. Ongin ivi um, at eitt tílíkt tiltak samansjóðar felagið.
 

B68

FÓBÓLTUR FYRI ØLL tiltakið var mikudagin 29. mai 2013

Dagurin var lýstur á heimasíðuni, facebook-bólkum, plakatum á skúlum, stovnum handlum
o.s.v. og hartil fingu børn flyers (seðlar) heim við.

Dagurin var skipaður soleiðis, at leikarar á besta liði felagsins, saman við høvuðsvenjarnum
skipaðu uml. 10 venjinga-støðir.

Heitt varð eisini á familjulimir, mammur, pápar, abbar og ommur um at luttaka, hetta fyri at
gera dagin fjølbroyttan, stuttligan og ikki minst minniligan bæði fyri gomul eins væl og fyri
ung.

Dagurin byrjaði uml. kl. 17:00 og helt á til uml. 19:00. Byrjað varð við fótboltsspølum.
Har var møguligt hjá øllum aldursbólkum at luttaka. Samstundis varð farið undir at grillað, so familjurnar høvdu møguleika at fáa sær ein nátturða meðan fótbólturin varð spældur.
 

Skála

Sama dagin sum Svøríki og Føroyar spældu landsdyst á Friends Arena í Stockholm, 11. Juni 2013, skipaði Skála ítróttarfelag fyri einum tiltaki fyri børnum í árganginum 2005-2009.

Tiltakið varð gjørt í samstarvi við barnagarðarnar og skúlarnar á vestara armi á Skálafjørðinum.
Í alt luttóku ímillum 110 – 120 gentur og dreingir, umframt pedagogar, lærarar, foreldur og umboð fyri ítróttarfelagið.

Sjálvt tiltakið varð skipað soleiðis at fótbóltsvøllurin varð býttur í smærri økir, har børnini fingu høvi at royna ymsar fótbóltsrelateraðar aktivitetir. Eisini vóru børnini deild eftir aldri, so øll høvdu møguleikan at spæla og kappast ímóti javnlíkum.

Aktivitetirnir vóru m.a. Dystir uppá smá mál, reka ímillum keylur við ymsum variatiónum, stafettir og kasta innkast í flamingokassar v.m. Hvør aktivitetur vardi í uml. 20 minuttir og royndu øll børnini allar aktivitetirnar.

Tiltakið byrjaði kl. 9.00 um morgunin og vardi í góðar tveir tímar. Aftaná aktivitetirnar bjóðaði Skála ítróttarfelag børnunum hvør sítt Sunkist og KitKat.

Tiltakið var sera væl eydna og vóru bæði børn og vaksin samd um, at eitt tílíkt tiltak eigur at vera afturvendandi.
 

B36

Mammu og barn-átak
Ein av avbjóðingunum hjá fótbólti – ikki bert her í Føroyum – er, at feløgini í alt ov lítlan mun megna at fáa mammurnar við sum aktivan part av felagnum. Vanliga stendur ikki á at fáa pápar at hjálpa til við venjingum, dystum v.m., meðan parturin hjá mammunum ofta verður avmarkaður til at gera kaffi, køkur v.m.

Fyri at seta fokus á hetta og fyri at seta hol á arbeiðið um at betra um hetta, skipaði B36 tann 19. mai
2013 fyri tiltakinum, mammu og barn fótbóltur, har mammur at børnum undir skúlaaldur vórðu
boðin at koma í Gundadal at spæla fótbólt og hugna sær. Pápar vóru sjálvandi eisini vælkomnir, men
boðini vóru greið, at teirra leiklutur hesa ferð var uttan fyri girðingina.

Tiltakið varð lýst á heimasíðu felagsins, umframt at formaðurin í ungdómsnevndini hjá B36 eisini var
gestur á Rás2 í fríggjadagssending teirra, sum í stóran mun snýr seg um fótbólt. Endamálið við hesum
var sjálvandi at varpa ljós á tiltakið.

Tá tiltakið byrjaði, var tó avmarkað, hvussu nógvar mammur vóru til staðar, men har vóru tó nóg
mikið til, at ein dystur kundi skipast. Hóast fáar, so stuttleikaðu mammurnar sær óført saman við
børnunum, og øll drivu tey á í hálvan annan tíma, har stundir tó eisini vóru til saft, popcorn v.m. í
hálvleikssteðginum.

Sum tíðin leið, legðist eisini afturat við fólki, og tá vit at enda loyvdu pápunum upp í part, mátti
vøllurin víðkast, so rúm var fyri øllum.

Eingin ivi er um, at tiltakið í fleiri mátar má metast sum ein succés. Avmarkaða talið vísir heilt greitt,
at vit her hava adresserað eina avbjóðing, sum arbeiðast skal við. Hinvegin tykist konceptið kring
tiltakið at rigga sera væl. Bæði mammur og børn høvdu ein óføra stuttligan dag, har stuttleikin við
fótbóltsspælinum var í hásæti. Ein stuttleiki, sum eisini er lýstur við orðum og myndum á heimasíðu
okkara. Her í felagnum eru vit ikki í iva um, at tá vit við at gera mammu og barn fótbóltin til
afturvendandi tiltak í nógv størri mun kunnu aktivera mammurnar í felagnum. Eisini innan fyri hvítu
strikurnar.

Slóð á heimasíðuni hjá B36, har eitt nú myndir eru frá tiltakinum:
http://b36.fo/the-news/felagstieindi/1107-framur-hugni-i-gundadali.html
 

Giza/FC Hoyvík

Týsdagin 11. juni 2013 frá kl. 13.00 til 15.00 skipadi FC Hoyvík fyri árliga Grassrootstiltakinum á Niðara vølli í Gundadali.

Skipað varð fyri fótbóltskapping fyri allar frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu. Allir frítíðarskúlanir vóru bodnir til kappingina, sum var ókeypis. Seks lið luttóku í kappingini. Hesi vóru frítíðarskúlin í Kollafirdi, Nólsoy, Løgmannabreytt (2) og Badmintonhøllini (2).

Umleid 50 børn luttóku í kappingini, og av hesum vóru umleid 1/5 gentur. Til at skipa kappingina høvdu vit seks hjálparfólk.

Vinnandi liðið gjørdist Frítíðarskúlin vid Løgmannabreytt.

Eftir kappingina fingu øll børnini Sunkist, frukt og eitt Føroyar-turriklæði.

Alt í alt ein væleydnaður dagur í Gundadali.
 

Giza

Fríggjadagin 7. juni kl. 18.00 til 21.00 skipaði Fótbóltsfelagið Giza fyri fótbóltstiltaki fyri børn og ung á Vaglinum í Tórshavn í sambandi við Mentanarnáttina 2013.

Á økinum høvdu vit skipað fyri ymiskum fótbóltsaktivitetum, har tað eisini var møguleiki at vinna tvær landslidstroyggjur í kappingunum, ið vóru á økinum.

Aktivitetirnir vóru: Bordfótbólt, skotkapping og driblikapping.

Kappingarnar vóru skipaðar á tann hátt, at tann, sum hevði skotið seg til flest stig, og tann ið hevði
klára at dribli vøllin skjótast, vann eina landslidstroyggju, ið FSF hevði studlað við.

Málbólkurin var fyrst og fremst børn upp til 14 ár. Men tað var sjálvandi frítt hjá øllum, ið vitjaðu
Mentanarnáttina, at royna ymsu tingini. Tó kundu bert børn luttaka í kappingunum.

Okkara studlaði tiltakinum við ókeypis smakkiroyndum av nýggja sodavatninum hjá teimum.

Ilt er at meta um, hvussu nógvir luttakarar vóru, tí fólku komu og fóru alt kvøldið. Vit høvdu 4
venjarar á økinum, ið vegleiddu børnini (2 x 4 venjarar).
 

Undrið FF

Endamálið við tiltakinum var at skipa fyri einum øðrvísið og spennandi fótbóltstiltakið, har dentur varð lagdur á, at øll kundu verða við, og at øll kundu hava tað stuttligt.

Tiltakið var ætlað øllum børnum, uttan mun til um man er royndur fótbóltsleikari ella ikki.
Fótbóltur er eitt spæl, har tað eftir loknan dyst stendur ein tapari og ein vinnari eftir. Týdningarmikið er at hava fokus á, at meðan leikur fer fram eru øll við. Øll kunnu geva nakað til spælið og sostatt eru øll ein týðandi partur av leikinum, hvør á sín hátt.

Luttakarirnir sluppu at royna seg við einum fótbólti – at hava nakrar stuttar venjingar/spøl. At enda vóru nakrar stuttar kappingar.
 

AB

1. Dagur: tiltakið var Krist Himmalfaradag, 9.mai 2013 kl. 13 til 15
2. Stað: á vøllinum úti í Vika á Argjum
3. Málbólkur: Foreldur, børn og systkin
4. Luttakarar: tað vóru umleið 70 luttakarar, harav 32 vaksin
5. Leiðarar: 5 á vøllinum, 3 í húsinum
6. Stutt lýsing av tiltakinum: Venjararnir hjá børnum undir skúlaaldri, pinkulingum og pinkum hittust úti á vøllinum í Vika, Kr. Himmalfaradag kl. 13.00 til eitt felagstiltak.
Venjararnir Rói Henriksen, Lennard Petersen, Simona Heinesen, Johnny Heinesen og Annfinn Danielsen skipaðu fyri. Hjá Pinkulingunum vóru 30, hjá børnum undir skúlaaldri vóru 24 og hjá pinkunum 14. Veðrið var gott. Frískt lot av landsynningi, 12-18 m/s og 8 hitastig. Hóast lotið lá eftir vøllinum gekk tiltakið avbera væl.
Rói skipaði fyri eini felagsupphiting við bólti í um 15 min. , og so fóru bólkarnir í hvør sítt horn á vøllinum. Har spældu tey ymisk spøl, t.d. at skjóta slanguna í halan, parfótbólt, brotsspørk, bóltstaffettir o.a. At enda spældu børnini og foreldrini saman smáar dystir móti hvørjum øðrum.

Aftaná ein tíma á vøllinum, var farið inn í húsið at hugna sær við kaffi og køkum, sum Bárður og Elsa høvdu dekka upp til, og sótu so fólk og hugnaðu sær, meðan prátið gekk uppá tað besta. Øll vóru samd um, at hetta var eitt tiltak, sum eydnaðist væl.
 

B71

Grassrootstiltøk fyriskipaði av Sandoyar Ítróttarfelag, B71 anno 2013

Umframt alla ta dagligu venjingina, ið verður fyriskipað í felagnum (í okkara føri kemur væl hetta arbeiðið undir heitið Grassroots), so hevur verið skipað fyri fleiri serstøkum tiltøkum, ið hava til endamáls at geva øllum áhugaðum møguleika at spæla heimsins besta spæl.

25-26. apríl: Maratonfótbóltur (24 tíma langur dystur)
Dysturin, sum vardi í 24 tímar út í eitt, bleiv spældur inni í ítróttarhøllini. Málbólkurin var øll áhugaði, sum kundi taka lut. Luttakarar á vøllinum í aldrinum 5-57 ár vóru við. Aktivir fótbóltsleikarar og ikki aktivir, so sum bindiklubbar og mammur og pápar at børnum. Ymsu aldursbólkarnir spældu so ásettar tíðir. Allir luttakararnir blivdu deildir í 2 lið, sum so dystaðust í eitt døgn.
Luttakarar/leiðarar/venjarar/hjálparfólk og áskoðarar 200-400 fólk

26. mai: Vitjan av U14 dreingjum frá B36 og HB
Sunnudagurin 26. mai var fótbóltsdagur bæði á vøllinum og í høllini. Vit høvdu vitjan av u14 dreingjum úr B36 og HB. Venjing og dystir. Luttakaratalið var beint omanfyri 70. Í høllini sluppu allir hinir aldursbólkarnir í felagnum at spæla innandura.
Luttakarar/leiðarar/venjarar/hjálparfólk millum um 150 fólk

3. juni: “Longsti dystur (í avstandi) á Sandoynni”
Hugskotið við hesum “langa” dysti var, at spæla í øllum bygdum og eftir vegnum heimaftur á vøllin inni í Dal. Úr Dali til Skopunar eru 22 km. Allir aktivir luttakarar og øll onnur áhugaði kundu taka lut í fótbóltsaktivitetum runt um í oynni. Øll møttust við vøllin inni í Dal. Luttakararnir blívu býttir í bólkar og fóru við bussum og bilum til ymsu bygdirnar í oynni at spæla fótbólt.

Í Skopun bleiv spælt á UEFA sparkivøllinum og einum øðrum vølli beint við. Eisini bleiv spælt niðri á parkeringsøkinum á kaiini. Á vegnum heim á Sand aftur bleiv spælt á eini grasfløtu millum Hálsavøtnini.

Í Skálavík bleiv spælt á UEFA Sparkivøllinum og á gamla skúlaasfaltvøllinum og á parkeringsøkinum við Depilin. Á vegnum heimaftur bleiv spælt á Húsavíksvegnum – eitt langt strekki, har vit gjørdu nógvar lítlar vøllir á vegnum og spældu dystir 1 v 1 og 2 v 2
Í Húsavík bleiv spælt á eini grasfløtu kallað Tunbakkin oman móti sandinum.
Í Dali bleiv spælt á UEFA sparkivøllinum og eini grasfløtu beint við, sum verður brúkt sum Campingøki. Á vegnum heimaftur bleiv spælt í Dalsberginum.

Allir luttakararnir koyrdu so heim á Sand aftur og møttust niðri á Sandafløttinum, har vit gjørdu eina rúgvu av vøllum tvørturum vegin. Har spældu so væl omanfyri 100 børn og vaksin dystir.
Endað bleiv inni á vøllinum, har allir luttakararnir spældu á vøllinum – barna og vaksnir leikarar, foreldur og venjarar og onnur áhugaði.
Luttakarar/leiðarar/venjarar/hjálparfók um 150

7. juni: Børnini í barnagarðinum í Skopun á vitjan á ellisheiminum Skerinum í Skopun. Her var ikki talan um skipað fótbóltsspæl, men tey spældu uttanfyri í túninum, meðan tey gomlu sótu innanfyri og hugdu út í tún eftir barnaspælinum.
Talið av børnum var um 20 saman við 3 arbeiðsfólkum. Á Skerinum í Skopun vóru 5 búfólk.

9. juni: Vitjan av u12 dreingjum hjá B36
U12 dreingir hjá B36 saman við venjarum og nógvum foreldrum og systkjum vitjaðu her í Sandoynni til venjing og dystir saman við okkara u12 dreingjum.
Luttkarar/leiðarar/venjarar/hjálparfólk- foreldur og systkin 80-100 fólk

10. juni: Børnini úr barnagaðinum á Sandi sparkaðu á UEFA sparkivøllinum. Áskoðararnir vóru gamlar konur úr Tilhaldinum. Sera áhugavert at síggja, hvussu glað børnini vóru í spælinum og ikki minni gleðiligt at hoyra jaligu tónarnar uttanfyri vøllin frá konunum úr Tilhaldinum.
25 fólk luttóku

Øll fyriskipaðu tiltøkini hava til endamáls at geva luttakarunum og teimum rundanum eina jaliga uppliving. Eina kenslu av felagsskapi. Og ikki minst skapa forstáilsi og karmar fyri, at øll kunnu og skulu hava møguleika at luttaka í heimsins besta spæli.

Tiltøkini hava havt til endamáls at raka so breiðan luttakaraskara sum yvirhøvur til ber – bæði yngri og eldri hava havt møguleikan at luttikið upp á sín máta.
 

HB

Átakið varð týsdagin 21. mai á Ovara vølli og á Tórsvølli millum klokkan 16:00 og 18:00. Málbólkurin var børn frá 6 ára aldri upp til 16 ár umframt foreldur og systkin.

Luttakarar vóru tilsamans gott 200 í tali. Fólk komu og fóru, og hýrurin var góður. 10 venjarar vóru og so foreldrini, ið hjálptu til.

Luttakarnir fingu loyvi til at skipa løtuna, sum teimum lysti, vit royndu at aktivera øll, so tey fingu nakað burturúr.

Onkustaðni vóru nógv saman, aðrastaðni vóru færri. Fólk skipaðu seg sjálvi eftir vegleiðing frá venjarum.

Aldursmunurin var rættiliga stórur onkustaðni, og tað vóru serliga dystirnir, har ung og gomul leiktu saman, sum vóru spennandi.

Myndir, sum Rakul Hansen hevur tikið, síggjast á picasaweb.com/myndir13. (https://plus.google.com/photos/112918704596149066439/albums/5884984254599935233?banner=pwa

Á síðuni hjá Rakul síggjast eisini myndir frá útigudstænastuni somu viku, har vit fingu prestarnar at sparka í “kjóla”. So vit kunnu faktiskt eisini siga, at prestarnir í Havn vóru partur av málbólkinum hjá HB.
 

TB

Í góðum samstarvi við ungdómsdeildina hjá TB skipaðu vit í gjár fyri árliga Grassroots degnum.

Dagurin var hildin ínni á vøllinum við Stórá, har eini 180 næmingar og lærara spældu fótbólt og hugnaðu sær í góðveðrinum.

Næmingarnir vóru býttir í smá lið eftir aldri og spældu eitt ótal av dystum har stuttleiki og fótbóltsgleði var aðalmáli.

Nøkur foreldur og onkur Effo-leikari var eisini við, og dagurin endaði við at øll fingu vatn og frukt í nýggja TB-húsinum.

Myndir