Av tí at graslíkið á Niðara vølli í Gundadali verður skift í næstum, verður neyðugt at útseta fótbóltsskúlan í Havn, sum skuldi vera 28. og 29. juni, til 16. og 17. august

——————

Samstundis sum nýtt graslíki verður lagt á Tórsvøll, verður eisini fari undir at skifta graslíkið á Niðara vølli í Gundadali í Havn.

Og av tí at arbeiðið at skifta undirlagið á Niðara vølli byrjar fyrr enn upprunaliga ætlað, verður neyðugt at útseta Fótbóltsskúlan, sum HB og FSF skipa fyri, og sum skuldi vera í Havn 28. og 29. juni, til í staðin at vera 16. og 17. august (fólkaskúlarnir byrja aftur mikudagin 18. august).

Øll, ið hava keypt atgongumerki til Fótbóltsskúlan í Havn, eru framvegis tilmeldaði. Men um so er, at tað ikki ber til hjá onkrum at luttaka á Fótbóltsskúlanum 16. og 17. august, verður heitt á viðkomandi um at senda ein teldupost til FSF ([email protected]) í seinasta lagi fríggjadagin 9. juli.

Í teldupostinum skal upplýsast navn og bíleggingarnummar, og síðan verður peningurin afturrindaður á gjaldskortið, ið er nýtt í samband við keypið.