Upprunaliga skuldi fótbóltsskúlin í Sandavági verða 5. og 6. juli, men hetta er broytt. Fótbóltsskúlin í Sandavagi er framskundaður eina viku, og verður ístaðin 28. og 29. juni

Um eina stóra viku, fríggjadagin og leygardagin 28. og 29. juni, verða árligu fótbóltsskúlarnir sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri, í Havn og í Sandavági, og eina viku seinni, fríggjadagin og leygardgain 5. og 6. juli, verður fótbóltsskúlin hjá FSF á Toftum.

Upprunaliga skuldi fótbóltsskúlin í Sandavági eisini verða 5. og 6. juli, men hetta er nú broytt. Fótbóltsskúlin í Sandavági er framskundaður eina viku, og verður í staðin 28. og 29. juni.

Tilmeldingin higartil hevur verið góð, men enn eru nøkur pláss eftir á øllum trimum støðunum. Í Havn er pláss fyri 300 luttakarum, meðan tað á Toftum og í Sandavági eru pláss fyri ávikavist 200 og 100 luttakarum.

Seinasta freist at melda til árligu fótbóltsskúlarnar er hósdagin 27. juni.

Kostnaðurin fyri Fótbóltsskúlan 2013 er 400 krónur.

Melda til HER