Tey, ið skulu á Fótbóltsskúlan í Havn fríggjadagin og leygardagin, verða biðin at møta á Ovara Vølli í Gundadali fríggjadagin, kl. 13:00
Fyrsti av trimum fótbóltsskúlum, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í ár, verður í Havn fríggjadagin og leygardagin 29. og 30. juni.

Til fótbóltsskúlan í Havn er pláss fyri 200 luttakarum, og fyri góðari viku síðani var fullteknað. Tey, ið eru tilmeldaði skúlan í Havn, verða biðin um at møta á Ovara Vølli í Gundadali fríggjadagin 29. juni, klokkan 13:00.

SKRÁIN
Fríggjadagin:
13:00 – Luttakararnir verða koyrd í bólkar
13:30 – Venjing á Ovara og Niðara Vølli í Gundadali
15:00 – Matarsteðgur (luttakararnir fáa frugt og vatn í HB-húsinum)
15:30 – Venjingar á Ovara og Niðara Vølli í Gundadali
17:00 – Liðugt

Leygardagin:
10:00 – Venjing á Ovara og Niðara Vølli í Gundadali
12:00 – Matarsteðgur (luttakararnir fáa ábit í HB-húsinum)
13:00 – Venjing á Ovara og Niðara Vølli í Gundadali
16:00 – Liðugt

Eftir fótbóltsskúlan fáa allir luttakararnir hvør sín bólt og t-shirts heim við.

Hinir báðir fótbóltsskúlarnir verða á Toftum og í Sandavági í døgunum 6. og 7. juli, og har er framvegis pláss eftir.

Tilmelding