Nú er greitt, at árligi Fótbóltsskúlin hjá FSF verður fríggjadagin og leygardagin, 23. og 24. juni í Gundadali í Havn
Aftur í ár fer Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við HB, at skipa fyri Fótbóltsskúla, og nú er avgjørt, at Fótbóltsskúlin 2017 verður í Gundadali í Havn fríggjadagin og leygardagin, 23. og 24. juni.
Í ár verður fótbóltsskúlin fyri børn í aldurinum 6 til 14 ár (fødd 2003 til 2011), og skúlin er fyri bæði gentur og dreingir.
Fríggjadagin 23. juni verður vant frá klokkan 13 til 17, og leygardagin verður vant frá klokkan 10 til 15. Luttakararnir møta hálvan tíma frammanundan.
Kostnaðurin fyri fótbóltsskúlan er 400 krónur (gjaldið er fyri luttøku, døgurða, frukt, bolt og eina t-troyggju).
Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og frestin at boða frá luttøku er hósdagin 1. juni. Pláss er fyri umleið 300 luttakarum.