Umframt at tilmeldingarfreistin er flutt til hósdagin 14. juni, er nú eisini avgjørt at skipa fyri Fótbóltsskúla í Vági
Í døgunum 29. og 30. juni skipar Fótbóltssamband Føroya fyri árliga Fótbóltsskúlanum. Seinastu árini hevur Fótbóltsskúlin verið skipaður í samstarvi við HB og B68, men nú er avgjørt, at í ár verður Fótbóltsskúlin eisini í Vági, í samstarvi við FC Suðuroy.
Samstundis sum ein fótbóltsskúli er komin afturat, er tilmeldingarfreistin eisini flutt, og er nú hósdagin 14. juni.
Stað og dagar
– í Gundadali 29. og 30. juni
– á Toftum 29. og 30. Juni
– í Vági 29. og 30. juni
Tíð
– Fríggjadag kl. 13:00-17:00 (møta kl. 12:30)
– Leygardag kl. 10:00-15:00 (møta kl. 09:30)
Tilmelding
Tey, ið vilja á Fótbóltsskúla hjá FSF í ár, kunnu melda seg til í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Vel ”Fótbóltsskúlin 2018”. Tilmeldingarfreistin er hósdagin 14. juni 2018.
Kostnaðurin fyri at luttaka er 400 kr. Gjaldið er fyri luttøku á Fótbóltsskúlanum og fyri mat, frukt, bólt, t-troyggju og luttøkubræv.
Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum í aldurinum 6 til 14 ár (fødd 2004 til 2012).