Í samstarvi við HB, B68 og 07 Vestur, skipar Fótbóltssamband Føroya aftur í ár fyri árligu fótbóltsskúlunum, sum verða í Havn, á Toftum og í Sandavági

Eins og undanfarin ár skipar Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við HB, B68 og 07 Vestur, aftur í ár fyri árligu fótbóltsskúlunum, ið eru ætlaðir børnum í aldurinum 8 til 14 ár (fødd í 1999 til og við 2005).

Seinasta vikuskiftið í juni, sum er 28. og 29. juni, verður fótbóltsskúlin í Gundadali í Havn, har HB er vertur fyri skúlanum, og eina viku seinni, fríggjadagin og leygardagin 5. og 6. juli, eru tað B68 og 07 Vestur sum hýsa fótbóltsskúlanum, ávikavist á Toftum og í Sandavági.

Til fótbóltsskúlan í Havn er pláss fyri umleið 300 luttakarum, á Toftum verður pláss fyri umleið 200 luttakarum, og á skúlanum í Sandavági verður pláss fyri 100 luttakarum.

Undanfarin ár hevur Fótbóltsskúlin hjá FSF havt góða undirtøku, og fyriskipararnir vænta og vóna, at í ár verður einki undantak.

Kostnaðurin fyri Fótbóltsskúlan 2013 er 400 krónur.

Melda til Fótbóltsskúlan 2013 við at trýsta HER, og vel síðani “Atgongumerki”.

Tilmeldingarfreistin er 20. juni 2013.