Í samstarvið við HB, 07 Vestur, Royn, B68 og ÍSB, skipar FSF aftur í ár fyri árligu fótbóltsskúlunum, sum er fyri børn í aldurinum 8 til 14 ár
Seinastu mongu árini hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri fótbóltsskúlum kring landið, og í 2014 verður einki undantak. Í ár verður skipað fyri fimm fótbóltsskúlum, sum verða í Havn, í Sandavági, í Hvalba, og á Toftum verða tveir, og longu nú ber til at melda til.

27. og 28. juni verður fótbóltsskúlin í Havn og í Sandavági, har HB og 07 Vestur eru vertir, og eina viku seinni, 4. og 5. juli verður skipað fyri fótbóltsskúla í Hvalba og á Toftum, har Royn og B68 eru vertir fyri skúlanum.

Har afturat skipar ÍSB, í samstarvið við FSF, fyri fótbóltsskúla á Toftum leygardagin 28. juni.

Avmarkað pláss
Til fótbóltsskúlan í Havn er pláss fyri 300 luttakarum, á Toftum er pláss fyri umleið 200 luttakarum, og á skúlunum í Sandavági og í Hvalba verður pláss fyri 100 luttakarum.

Fótbóltsskúlin er serliga ætlaður børnum í aldurinum 8 til 14 ár, fødd í 2000 til 2006. Kostnaðurin er 400 krónur fyri hvønn luttakara, ið er gjald fyri skúlan, mat, frukt og ein bólt.

Tilmeldingarfreistin er mikudgain 18. juni.

TILMELDING
Í Tórshavn (HB) – Trýst HER
Í Sandavági (07 Vestur) – Trýst HER
Í Hvalba (Royn) – Trýst HER
Á Toftum (B68) – Trýst HER
Á Toftum (ÍSB) – Trýst HER

Eitt avgreiðslugjald á millum 5 og 10 krónur verður kravt saman við gjaldinum. Mælt verður til at nýta VISA/Dankort. Avgreiðslugjaldið er hægri við øðrum kortum. Skipanin virkar best við browsarunum Firefox ella Google Chrome.