Árligu Fótbóltsskúlarnir hjá FSF, í samstarvi við HB og B68, verða í ár fríggjadagin og leygardagin, 29. og 30. juni

Eins og undanfarin ár, fer Fótbóltssamband Føroya aftur í 2018 at skipa fyri Fótbóltsskúla, ið er ætlaður børnum í aldurinum 6 til 14 ár (fødd í 2004 til og við 2012). Fótbóltsskúlarnir verða skipaðir í samstarvi við HB og B68, og verða í Havn og á Toftum 29. og 30. juni.

 

Stað og dagar

– í Gundadali 29. og 30. juni

– á Toftum 29. og 30. juni

 

Tíð

– Fríggjadag kl. 13:00-17:00 (møta kl. 12:30)

– Leygardag kl. 10:00-15:00 (møta kl. 09:30)

 

Tilmelding

Tey, ið vilja á Fótbóltsskúla hjá FSF í ár, kunnu melda seg til í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Vel ”Fótbóltsskúlin 2018”. Tilmeldingarfreistin er hósdagin 14. juni 2018.

 

Kostnaðurin fyri at luttaka er 400 kr. Gjaldið er fyri luttøku á Fótbóltsskúlanum og fyri mat, frukt, bólt, t-troyggju og luttøkubræv.