Í samstarvið við B68, Royn og HB, skipar FSF aftur í ár fyri árligu fótbóltsskúlunum, sum er fyri børn í aldurinum 8 til 14 ár (fødd frá 2001 til 2007)
Seinastu mongu árini hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri fótbóltsskúlum kring landið, og í 2015 verður einki undantak. Í ár verður skipað fyri trimum fótbóltsskúlum, sum verða í Havn, í Hvalba og á Toftum, og longu nú ber til at melda til.

Fótbóltsskúlarnir í Hvalba og á Toftum verða 3. og 4. juli, meðan fótbóltsskúlin í Havn verður 14. og 15. august.

Avmarkað pláss
Til fótbóltsskúlan í Havn er pláss fyri 300 luttakarum, á Toftum er pláss fyri umleið 200 luttakarum, og til fótbóltsskúlan í Hvalba verður pláss fyri umleið 100 luttakarum.

Fótbóltsskúlin er serliga ætlaður børnum í aldurinum 8 til 14 ár, fødd í 2001 til 2007. Kostnaðurin er 400 krónur fyri hvønn luttakara, ið er gjald fyri skúlan, mat, frukt og ein bólt.

Tilmeldingarfreistin til fótbóltsskúlarnar í Hvalba og á Toftum er mikudagin 1. juli, meðan tilmeldingarfreistin til fótbóltsskúlan í Havn er sunnudagin 9. august 2015.

TILMELDING til Fótbóltsskúlan í Havn
Send teldupost til [email protected] (skriva navn, føðingardag og um talan er um málmann ella útileikara).

Luttøkugjaldið á 400 krónur skal flytast á konto 9181-138.666.4. Peningurin skal vera á konto hjá FSF áðrenn fótbóltsskúlin byrjar.

Vegna trupulleikar við skipanini, er tilmeldingarfreistin flutt til sunnudagin 9. august 2015.