Fótbóltslógin 2014 er nú tøk sum bókaútgáva. Tað er FSF, ið sjeynda árið á rað, útgevur fótbóltslógina á føroyskum
Skrivað hevur: Hans Erik Danielsen, [email protected]
Fótbóltssamband Føroya útgevur á sjeynda sinni Fótbóltslógina á føroyskum. Fótbóltslógin er umsett frá “Laws of the Game”, sum FIFA útgevur.
Bóklingurin inniheldur fótbóltslógirnar við teimum broytingum, sum eru í lógunum og tillagingunum í tekstinum. Harafturat inniheldur bóklingurin tær føroysku viðmerkingarnar, saman við vegleiðing til dómaran og hjálpardómarnar.
Rættingar og broytingar í lógartekstinum og avgerðir annars eru merktar við loddrættari linju úti í marguni.
Broytingar í fótbóltslógini eru galdandi fyri allar deildir, har sum ikki annað er tilskilað, og koma hesar í gildi 1. januar 2014.
Fótbóltslógin 2014 er ikki til keyps, men fæst ókeypis í FSF-húsinum.