Nú ber til at lesa blaðið “Kappingarárið 2015”, sum FSF hevur útgivið, á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya
Í farnu viku kom nýtt fótbóltsblað á gøtuna. Tað er Fótbóltssamband Føroya, ið gevur blaðið út, og í blaðnum verður varpað ljós á kappingarárið 2015, sum av álvara varð sparkað í gongd sunnudagin 1. mars.

Higartil hevur blaðið einans verið at fingið ókeypis á øllum FAST- og EFFO-støðunum kring landið, men nú kann blaðið "Kappingarárið 2015" eisini lesast á heimasíðuni hjá FSF.

Blaðið kann takast niður sum PDF, við at trýsta H E R.

Í blaðnum eru samrøður við umboð fyri øll liðini EFFO-deildini, og har afturat verður kikarin settur á hini átta feløgini, har fremsta lið felagsins er umboðað í 1. ella 2. deild. Í blaðnum kann eisini lesast um tað stóra landsliðsarbeiðið, ið stendur fyri framman í 2015.