Við málleysum javnleiki eydnaðist tað í dag føroyska U19-landsliðnum við gentum at fáa eitt stig ímóti Litava
U19-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum luttekur í mini-kapping í Vilnius í Litava, megnaði í dag at spæla javnleik 0-0 ímóti Litava.
Hóast tað vóru tær litavisku genturnar, ið høvdu bóltin meir, so sýndi føroyska liðið ein framúr stríðsvilja og hugburð allastaðni á vøllinum, og tá saman um kom, so vóru tað føroysku genturnar, ið spældu seg til teir størru málmøguleikarnar í dystinum.
Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, var einki mál komið, og tí skuldi dysturin avgerast við brotssparkskapping. Her dróg Litava longra stráðið, og vann 4-3.
Eftir dystin varð Ásla Johannesen vald til dagsins leikara á føroyska liðnum.
Fyrr í dag vann Wales 1-0 á Aserbaijan, og í gjár eydnaðist tað eisini walisisku gentunum at fáa øll stigini, tá tær í allarseinasta minutti skoraðu sigursmálið í 1-0 sigri á Litava.
Wales og Føroyar møtast sunnudagin.