Kvinnulandsliðið: Tað var ongantíð nakar ivi, tá Luksembourg og Føroyar møttust í venjingardysti í kvøld. Føroysku kvinnurnar vunnu 6-0
Føroyska kvinnulandsliðið hevur í kvøld vunnið stórsigur á Luksembourg. Dysturin varð spældur á Niedercorn Leikvøllinum í Luksembourg, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, var støðan 6-0 til Føroyar, eftir 4-0 leiðslu í steðginum.

Longu í 2. minutti legði Rannvá B. Andreasen Føroyar á sigurskós, og áðrenn steðgin høvdu Íðunn Magnussen, og aftur Rannvá B. Andreasen og Sofía Purkhús lagt føroysku kvinnurnar á odda 4-0.

Eftir hvíldina var leikgongdin tann sama, og føroyska liðið fekk tvey mál afturat seinastu 45 minuttirnar. Tá dysturin var ein tíma gamal skoraði Fríðrún Danielsen til 5-0, og í tíðini, sum dómarin legði afturat, staðfesti Malena Josephsen føroyska stórsigurin, tá liðskiparin skoraði til 6-0 fyri Føroyar.

Næsta uppgávan hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður um góðar fýra mánaðar, tá Føroyar fara at luttaka í HM-undankappingini, sum verður í døgunum 4. til 9. apríl.