U18-landsliðið við gentum vann fyrsta dystin í UEFA Menningarkappingini í Tallinn í Estlandi Úrslitið ímóti Aserbaijan gjørdist 1-0 til Føroyar
Føroyska U18-landsliðið við gentum, føddar í 1997-1999, sum í hesum døgum tekur lut í UEFA Menningarkapping í Tallinn í Estlandi, vann í dag fyrsta dystin í kappingini, ið var ímóti Aserbaijan.

Tað sá annars leingi út til, at dysturin fór at enda við málleysum javnleiki, men í yvirtíðini skoraði Milja R. Simonsen fyri Føroyar. Føroyska liðið vann bóltin á miðjum vølli, og við einum frálíkum einmansavriki rann Milja frá aserbaijansku verjuni, sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hon trygt setti bóltin í netið.

– Mangan hava føroysk lið havt tað trupult í fyrsta dystinum, men hesaferð varð øðrvísi. Eg eri sera stoltur av teimum, og alt ferðalagið er sum vera man í sera góðum hýri nú, segði John Petersen, venjari, eftir 1-0 sigurin.

Aserbajian hevði leikliga yvirvágina, men spældu seg ikki til teir heilt stóru málmøguleikarnar. Tað, sum nærkaðist málinum, tók annaðhvørt verjan ella málverjin sær av. Føroysku genturnar stríddust væl allan dystin, og tveir teir størstu møguleikarnir fullu eisini í okkara lut. Í báðum førum var tað Milja, sum slapp leys ímóti aserbaijanska málverjanum. Fyrru ferðina fór bólturin beint framvið málinum, men í seinna førinum var Milja avgjørd og tryggjaði Føroyum 1-0 sigurin á Aserbaijan.

– Vit fóru úr Føroyum í gjár (mánadagin), og hava ferðast ein heilan dag. Hitin er nógvur – eini 26 hitastig meðan dysturin bleiv leiktur, og genturnar hava ikki sovið væl, orsakað av nógvum hita á kamarinum. Hesar umstøðurnar eru ikki optimalar fyri føroyskar leikarar, men kortini megna genturnar at arbeiða hart allan dystin á tamb, segði John Petersen, landsliðsvenjari, eftir dystin.

Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður mikudagin, tá okkara gentur skulu royna seg ímóti Estlandi, meðan Turkaland verður mótstøðuliðið fríggjadagin.

Føroyska liðið ímóti Aserbaijan:
Anna S. Hansen, Elisabet Vang, Silja Róin, Arnborg Lervig, Durita Hummeland, Kára Djurhuus, Guðrið Thomsen, Lív Arge, Evy á Lakjuni, Jónvá Hentze og Milja R. Simonsen

Eykaleikarar, ið komu á vøllin:
Erla Christiansen, Kristina Obradovic, Rebekka Benbakoura, Hjørdis Rasmusdóttir, Birita Nielsen og Bjørt Holm

Óbrúktir leikarar:
Annika Dam

Venjarar:
John Petersen, Ingun Hansen og Jan Mølvad Laursen