Talan gjørdist um veruligan avsmurning fyri føroyska liðið, tá Eysturríki og Føroyar hittust á Ernst Happen Stadion í Wien. Úrslitið gjørdist 6-0 til Eysturríki

Undan dystinum høvdu føroysku leikararnir góðar vónir um eitt gott úrslit, nú Føroyar og Eysturríki fyri fimtu ferð skuldu dystast í undankappingardysti. Hesaferð var talan um HM-undankappingardyst til heimsmeistaraheitið í Brasil í 2014.

Men eysturríkar lótu ongan iva vera um, hvønn veg sigurin skuldi fara, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu fer, var støðan 6-0 til Eysturríki, eftir at vertirnir vóru frammanfyri við trimum málum í steðginum.

Fyri føroysku leikararnir gjørdist hesin dysturin eitt stórt vónbrot, serliga tá hugsað verður um, at Føroyar í oktober mánaða spældu tveir tættar dystir ímóti Svøríki og Írlandi.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, var eisini sera vónbrotin eftir dystin, men mátti bara ásanna, at føroyska liðið hevði tapt fyri einum betri mótstøðuliði.

Á tíðindafundinum eftir dystin segði venjarin, at tað sást tíðiliga aftur á spælinum, at flestu av føroysku leikarunum fyri kortum eru byrjaði eitt nýtt kappingarár, meðan kappingarnar hjá eysturríksku leikarunum hava verið í gongd síðani august mánaða.

Næsti dystur hjá føroyska landsliðnum verður í Írland tann 7. juni, og fýra dagar seinni taka sviar ímóti Føroyum.

Til dystin ímóti Írlandi verður Lars Olsen noyddur at síggja burtur frá Fróða Benjaminsen og Hallur Hansson. Báðir fingu nevniliga gult kort ímóti Eysturríki, og eru tískil leikbannaðir ímóti írum.