Nú ber til at síggja málini hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum í november í fjør vunnu stórsigur á Luksembourg
Seinast í november mánað í fjør spældi føroyska kvinnulandsliðið venjingardysti á útivølli móti Luksembourg.

Úrslitið gjørdist ein sannførandi 6-0 sigur til Føroyar, eftir at føroyska liðið var á odda við fýra málum í steðginum.

Rannvá B. Andreasen legði Føroyar á odda 1-0 og 3-0, meðan Íðunn Magnussen og Sofía Purkhús skoraðu til ávikavist 2-0 og 4-0.

Í seinna hálvleiki økti Fríðrún Danielsen til 5-0, áðrenn Malena Josephsen í seinasta minutti staðfesti 6-0 sigurin.

Í innslagnum niðanfyri er ein samandráttur við málunum.

Næsta uppgáva hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður í apríl mánað, tá Føroyar luttaka í HM-undan undankapping í Litava. Føroysku kvinnurnar eru í bólki saman við Georgia, Montenegro og Litava.