U17-landsliðið við gentum tapti í dag stórt fyri sponsku europameistarunum. Úrslitið gjørdist 8-0 til Spania
Føroyska U17-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum luttekur í EM-undankapping í Slovakia, tapti í dag stórt fyri Spania.

Úrslitið gjørdist 8-0 til Spania, eftir at sponsku genturnar vóru frammanfyri við fýra málum í steðginum.

Spania, sum í løtuni eru europameistarar fyri U17-gentulandslið, var betra liðið, og kundi spanski sigurin eisini verði størri. Men føroysku genturnar stríddust væl, ímóti einum góðum og vælspælandi sponskum liðið.

Næsti dystur hjá føroyska U17-landsliðnum verður mikudagin kl. 15:30 (føroyska tíð), ímóti Póllandi, sum í dag vann 4-0 á Slovakia.

Spania – Føroyar 8-0 (4-0)
Føroyar: 1. Lea Reginsdóttir, 2. Tina Joensen (70. min. 3. Hervør Olsen), 4. Ásla Johannesen, 5. Katrina Akursmørk, 7. Kára Jarnskor, 9. Rebekka Johannesen, 12. Rúna Jacobsen (76. min. 10. Kára Djurhuus), 13. Brynja Høj, 14 Margunn Lindholm (54. min. 6. Jensa Olsen), 17. Milja Simonsen og 18. Lív Arge.

Hanna Poulsen, Silja Johannesen, Tóra Olsen og Rannvá Mortensen komu ikki á vøllin.