Sunnudagin vóru tveir av føroysku dómarunum 4. dómarar, og mánadagin dømdi Ransin Djurhuus dystin millum Olimpija Ljubljana og IFK Gøteborg
Føroysku dómararnir, sum í hesum døgum luttaka í Copa del Sol Cup á La Manga í Spania, avgreiddu sínar fyrstu uppgávur sunnudagin, tá tveir av okkara monnum avloysti tveir sviar, sum 4. dómarar.
Mánadagin fingu føroysku dómararnir seg síðani av álvara royndar, tá Ransin Djurhuus, saman við hjálpardómarunum, Andrew Christiansen og Andreas Josephsen, dømdu dystin millum slovenska Olimpija Ljubljana og IFK Gøteborg, úr Svøríki.
Leikferðin í dystinum var høg, við nógvum nærdystum, og heili seks ferðir var Ransin Djurhuus noyddur at fara í lumman eftir gula kortinum. Eitt brotsspark bleiv eisini dømt, men skotið úr ellivu metrum varð misnýtt, og dysturin endaði við málleysum javnleiki.
Við á ferðini á La Manga er eisini Niklas á Líðarenda, sum saman við einum dana, er domaraleiðarar og -eygleiðarar til Copa del Sol Cup 2013.
Saman um tikið ein góð byrjan, har menn fingu seg royndar undir góðum umstøðum.
Týsdagin er frídagur, tað vil siga at eingin dystur verður spældur, men í staðin eru ymiskar venjingar á skránni.
Mikudagin skal føroyski trýbólkurin í eldin aftur, tá Ransin, Andrew og Andreas skulu leiða dystin millum norska Tromsø og Wiedsew Lodz, úr Póllandi.