Annan dystin á rað eydnaðist kvinnulandsliðnum at fáa stig í HM-undankappingini. Hesaferð spældu føroysku kvinnurnar málleysan javnleik ímóti Norðurírlandi
Fyri lítlari viku síðani skrivaði føroyska A-landsliðið hjá kvinnum søgu, tá tað eydnaðist at fáa fyrsta stigið í einari HM-undankapping. Og hósdagin bar aftur til hjá føroysku kvinnunum, hesaferð ímóti Norðurírlandi, sum á FIFA-listanum liggur væl omanfyri Føroyar. Dysturin endaði sum hann byrjaði, 0-0.

Norðurírsku kvinnurnar vóru spælstýrandi á Tórsvølli stóran part av dystinum, men veruligar málmøguleikar komu gestirnir ongantíð til. Føroyska verjan, við Malenu Josephsen, Liljuni av Fløtum Petersen, Sigrun Kristiansen og Oddrún Danielsen, stóð væl, og Randi Wardum í málinum var trygg, tá boð vóru eftir henni.

Hinvegin spældu føroysku kvinnurnar seg til onkrar møguleikar, sum, við eitt sindur av hepni, kundu givið mál. Serliga ta einu ferðina var nær við, tá Anna Sofía Sevdal rann frá norðurírsku verjuni. Men málverjin hjá Norðurírlandi var skjót út ímóti, og fekk vart fyri.

Eisini Heidi Sevdal stríddist avbera væl, og fleiri ferðir gav hon norðurírsku verjuni høvuðbríggj.

Eftir dystin var hýrurin góður í føroysku landsliðsleguni, nú tað annan dystin á rað eydnaðist at fáa stig í hesari undankappingini.

Samstundis sum Føroyar og Norðurírland spældu á Tórsvølli, vann Skotland 3-1 í Bosnia/Hersigovina.

Við tveimum stigum eru Føroyar nú á einum deildum 4. plássi í HM-undankappingarbólki 4, javnar við Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi.

Næsti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður á Svangaskarði um ein góðan mánað, hósdagin 8. mai, tá Pólland kemur hendan vegin at royna seg.