Føroyska kvinnulandsliðið tapti stórt í HM-undankappingardystinum ímóti Skotlandi. Úrslitið gjødist 9-0 til skotsku kvinnurnar
– Tað sást beinanvegin, at skotsku kvinnurnar ætlaðu at vinna við fleiri málum. Okkara royndu at fylgja við í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin skrædnaði fullkomuliga. Soleiðis sigur Jón Pauli Olsen um stórtapið fyri Skotlandi í næstseinasta HM-undankappingardystinnum á hesum sinni.
Úrsliti gjørdist 9-0 til Skotlandi, sum var á odda við trimum málum tá dysturin var hálvrunnin.
– Tær skotsku kvinnurnar eru nærum á sama støði sum Svøríki, ið telist millum heimsins bestu kvinnulandslið. So hetta var ein sera torfør uppgáva, sigur føroyski landsliðsvenjari hjá kvinnum.
Heldur ikki liðskiparin á føroyska liðnum, Malena Josephsen er nøgd við úrslitið ímóti Skotlandi.
– Vit fáa eina ræðuliga byrjan upp á dystin. Tær skora næstan beinanvegin, men sum fráleið fingu vit rættað ymiskt, og hava nøkulunda tamarhald á í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin stýra tær fullkomuliga, og nærum alt riggar hjá teimum. Vit kunnu vónandi læra eitt sindur av hesum, og so mugu vit bara koma víðari til næsta dyst, sigur Malena Josephsen, landsliðsliðskipari.
Og næsti dystur verður longu komandi mikudag, tá Norðurírland tekur ímóti á Mourneview Park í Lurgan. Fyrr í ár spældu Føroyar og Norðurírland málleysan javnleik á Tórsvølli.