Føroyska U19-landsliðið við gentum tapti leygardagin stórt fyri Ukreina, tá fyrsti dystur í EM-undankappingini varð spældur í Kroatia
Føroysku U19-genturnar komu í veruligt ódnarveður, tá Føroyar og Ukreina leygardagin spældu fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Sesvete í Kroatia.

Úrslitið gjørdist 10-0 til Ukreina, sum var frammanfyri við sjey málum í steðginum.

Mánadagin skal føroyska U19-landsliðið møta Belgia, og hósdagin verður spælt móti vertslandinum Kroatia.

Dysturin leygardagin millum Belgia og Kroatia, endaði við 1-0 sigri til Belgia.

Føroyar:
1. Monika Biskopstø, 3. Marta S. Thomsen, 4. Kristianna Balle, 5. Anna Brimnes, 8. Eyðvør Klakstein, 9. Maria K. Thomsen, 11. Annika Petersen (6. Sigrun Petersen, 56′), 12. Elsa S. Jakobsen, 13. Birna T. Johannesen, 17. Ásley Súnadóttir (15. Jóhanna Lervig, 76′) og 18. Elin Maria Isaksen (2. Durita K. Róin, 82′)

Gunnrid Joensen, Durita Nielsen, Dania Olsen og Jónfríð Hansen komu ikki á vøllin.

Venjarar eru Rúni Nolsøe og Ingun Hansen.