Føroyska U19-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum luttekur í EM-undankapping í Estlandi, tapti í dag stórt fyri Ukreina
Hóast føroyska liðið meginpartin av dystinum spældi við einum leikara meir á vøllinum, eftir at Roman Miroshnyk um miðan fyrra hálvleik varð rikin av vølli, so megnaðu føroysku unglingarnir ongantíð at gera nakað við sterka ukreinska liðið.
Úrslitið gjørdist 6-0 til Ukreina, sum var á odda við fýra málum í steðginum.
Føroyar:
16. Eli Leifsson, 4. Ragnar Nattestad, 5. Allan Hansen, 6. Eirikur Magnusarson, 8. Haraldur Højgaard (14. Patrick Larsen, 46′), 10. Tórur Justesen, 11. Hørður Askham (9. Andrias Eriksen, 88′), 12. Marcus Bruun Rasmussen, 15. Ragnar Tausen (liðs.), 17. Rasmus Dan Sørensen (13. Rói av Fløtum, 77′) og 18. Poul Ingason.
Jákup Højgaard, Teitur Olsen, Poul N. Mikkelsen og Jón Áki Jacobsen komu ikki á vøllin.
Næsti dystur hjá føroyska U19-landsliðnum verður fríggjadagin, tá Føroyar møta Onglandi.