Um miðjan mai vóru 11 umboð fyri føroyskan fótbólt á venjaraferð í Íslandi. Á skránni var Study Group, har evnið var kvinnufótbóltur
Tað er europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, ið rindar fyri ferðaútreiðslur og uppihald, og var vitjanin í Íslandi viðkomandi og áhugaverd fyri føroysku luttakararnar. Umframt Ísland og Føroyar, luttóku Liktinstein og Gibraltar eisini á Study Group í Reykjavík, ið var hildin frá 19. til 22. mai í ár.
UEFA-limalondini binda seg til at skipa fyri skeiðum og at taka lut á Study Group. Hesi árini, síðani UEFA sjósetti verkætlanina, hava umboð fyri føroyskan fótbólt vitjað kring um í Europa og kunnað seg um, hvussu gjørt verður aðrastaðni innan tey fýra høvuðsøkini: Venjaraútbúgving, Grassrootsfótbólt, Kvinnufótbólt og Elituungdómsfótbólt.
Longri frágreiðing frá venjaraferðini í Íslandi kann síggjast HER