Komandi vikuskiftið fara tríggir føroyskir dómarar og ein dómaraeygleðiari at taka lut í Copa del Sol Cup á La Manga í Spania
Teir tríggir føroysku dómararnir, ið skulu umboða Føroyar til Copa del Sol Cup á La Manga hesaferð, eru Ransin Djurhuus, Andrew Christiansen og Andreas Josephsen, meðan Niklas á Líðarenda verður dómaraeygleiðari.

Copa del Sol Cup verður fyriskipað á hvørjum ári av norðmonnum, og í samstarvi millum øll tey norðurlendsku fótbóltssambondini, luttaka føroyskir dómarar. Liðini, ið luttaka í kappingini, eru úr Russlandi, Noreg, Pólland, Svøríki, Danmark, Ukreina og Kroatia.

Fyrsti dystur hjá føroysku dómarunum verður mánadagin 28. januar, tá donsku meistararnir, FC Nordsjælland og Dynamo Zagreb spæla. Tveir dagar seinni, mikudagin 30. januar skal Ransin Djurhuus leiða dystin millum Trømsø og Wiedsew Lodz, og seinasta uppgávan hjá føroyska dómara trýbólkinum í Copa del Sol Cup 2013, verður dysturin millum Shaktar Donetsk og CSKA Moskva, sum verður spældur hósdagin 31. januar.

Umframt føroyska luttøku á vøllinum, verður Niklas á Líðarenda, saman við einum dana, dómaraleiðari og eygleiðari til dystirnar í kappingina á La Manga.