UEFA hevur sett Petur Reinert at døma U21-undankappingardystin millum Letland og Liktinstein týsdagin í næstu viku
Føroyska altjóða dómarakvartettin, við Petur Reinert, Regin Egholm, Jan á Líðarenda og Alex Troleis, er av UEFA sett at leiða EM-undankappingardystin millum Letland og Liktinstein í undankappingini fyri U21-landslið.
Petur Reinert verður dómari, Regin Egholm og Jan á Líðarenda vera hjálpardómarar, meðan Alex Troleis verður 4. dómari.
U21-undankappingardysturin millum Letland og Liktinstein verður spældur í Jurmala í Letlandi týsdagin 11. juni. Sama dag spælir føroyska U21-landsliðið á útivølli móti Montenegro.