Leygardagin vann føroyska kvinnulandsliðið 1-0 ímóti Litava. Málið gjørdi Rannvá B. Andreasen í 61. minutti
Á LFF Leikvøllinum í Vilnius eydnaðist tað leygardagin føroyska kvinnulandsliðnum at vinna 1-0 á Litava. Einsamalla málið gjørdi Rannvá B. Andreasen í 61. minutti.

Um føroysku kvinnurnar fáa eitt stig í seinasta dystinum, sum verður týsdagin ímóti Georgia, hava Føroyar spælt seg víðari til enn eina undankapping.

Í sjónbanda brotinum niðanfyri ber til at síggja føroyska málið í 1-0 sigrinum á Litava.