Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett liðið til dystin ímóti Kasakstan, sum verður á Tórsvølli í kvøld kl. 18:00
Seinastu fyrireikingarnar í samband við HM-undankappingardystin ímóti Kasakstan eru av álvara farnar í gongd.
Í samráð við hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen, hevur Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, sett føroyska liðið til dystin í kvøld, sum verður á Tórsvølli kl. 18:00.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Baldvinsson og Viljormur Davidsen.
Á miðvøllinum verða Daniel Udsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Pól Jóhannus Jutsinussen.
Framrættaður miðvallari verður Christian Lamhauge Holst, meðan Jóan Símun Edmundsson verður fremsti maður á føroyska liðnum.
Á bonkinum verða Kristian Joensen, Símun Rógvi Hansen, Christian R. Mouritsen, Rói Danielsen, Erling Jacobsen, Heini Vandsdal, Súni Olsen, Páll Klettskarð, Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen.
Atli Gregersen er eisini við í føroyska hópinum, men er leikbannaður til dystin ímóti kasakum.
Dysturin millum Føroyar og Kasakstan verður bríkslaður í gongd kl. 18:00. Atgongumerki kunnu keypast í FAST í Gundadali fyri einans 100 krónur.