Lars Olsen hevur sett navn á teir fyrstu ellivu á føroyska liðnum, sum byrja á vøllinum á Astana Arena í Kasakstan

Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, og hjálparvenjarin, Jóannes Jakobsen hava sett navn á teir fyrstu ellivu, sum í kvøld kl. 21:00 lokala tíð byrja á vøllinum á Astana Arena, í HM-undankappingardystinum millum Kasakstan og Føroyar.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Jóhan Troest Davidsen og Viljormur Davidsen.

Á miðuni verða Christian R. Mouritsen, Fróði Benjminsen, Súni Olsen og Hallur Hansson, meðan Christian Lamhauge Holst verður framsti maður á føroyska miðvøllinum, og frammi í álopinum verður Jóan Símun Edmundsson.

Dysturin millum Kasakstan og Føroyar byrjar kl. 16:00 føroyska tíð, og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.