Jens Erik Rasmussen og Alex Troleis hava úttikið føroyska hópin, sum seinast í november mánaða skal spæla tríggjar Futsal-dystir í Grønlandi
Venjararnir á føroyska Futsal-liðnum, Jens Erik Rasmussen og Alex Troleis, hava úttikið hópin, sum seinni í hesum mánaðinum skal royna seg ímóti Grønlandi.

Málmenn:
Halgrím G. Hansen, ÍF
Jákup Andrias Hansen, EB/Streymur

Útileikarar:
Alex Jose Dos Santos, HB
Bárður Olsen, HB
Eli Falkvard Nielsen, 07 Vestur
Jákup S. Olsen, 07 Vestur
Monrad Holm Jacobsen, NSÍ
Brian Jacobsen, Skála
Hanus Jacobsen, Víkingur

Á skránni verða tríggir dystir, ið allir verða spældir í Nuuk, í døgunum 29. og 30. november, og 1. desember.

Tað er grønlendska fótbóltssambandið, ið hevur bjóðar føroyska liðnum yvir, og tað eru eisini grønlendingar, ið gjalda allar útreiðslur í samband við túrin.