Klokkan hálvgum átta í kvøld fara ellivu spentir, men samstundis uppsettir føroyingar á vøllin á Ernst Happen Stadion í Wien, har Eysturríki tekur ímóti
Sum áður nevnt, so ger eysturríkska pressan nógv burtur úr dystinum í kvøld, millum Eysturríki og Føroyar, sum verður á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien, har pláss er fyri umleið 51.000 áskoðarum.
Í blaðnum "Heute", sum er komið út í dag, verður millum annað hugt eftir marknaðarvirðinum hjá eysturríksku leikarunum, í mun til føroysku landsliðsleikararnar. Og sambært blaðnum er munurin rættuliga stórur.
"Heute" vil vera við, at marknaðarvirðið á Christian Lamhauge Holst er 500.000 Evrur, ið er tað hægsta hjá føroysku leikarunum, meðan David Alaba, ið til dagliga spælir fyri týska stórfelagið Bayern München, hevur eitt marknaðarvirði á 22 milliónir Evrur, skrivar "SportHeute" í dagsins avís.
Um tølini verða løgd saman, so er marknaðarvirði á øllum teimum eysturríksku landsliðsleikarunum 63 milliónir Evrur, meðan marknaðarvirðið á føroysku leikarunum er umleið eina millión Evrur.
Higartil eru umleið 22.000 atgongumerkir seld til dystin, men vertirnir siga, at væntandi verða eini 25.000 áskoðarar runt leikvøllin í Wien, tá HM-undankappingardysturin millum Eysturríki og Føroyar verður bríkslaður í gongd í kvøld.
Fyri føroyingar er tað altíð nakað serstakt at spæla ímóti Eysturríki, og í kvøld verður heldur einki undantak.
Lars Olsen hevði seinastu venjingina í morgun, har serliga deyðbóltsstøður vórðu vandar og aðrir smálutir fínpussaðir. Klokkan fimm seinnapartin hevur liðið seinasta fundin, sjey korter áðrenn dystarbyrjan verður koyrt frá Lindner Hotel í Wien, við kós ímóti Ernst Happel Leikvøllinum, har dysturin byrjar kl. 19:30, føroyska tíð.
Sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya vísir dystin beinleiðis. Og sambært skránni hjá KvF, so byrjar sjónvarpið at senda kl. 19:15.
Til seinast kann nevnast, at tann 12. september í 1990, var eisini streymslit í Føroyum. Sama dag vunnu Føroyar 1-0 … ímóti Eysturríki.