Nýggj kanning vísir, at í mun til fólkatalið í landinum, eru nógv flest áskoðarar til dystir í fremstu deildini í Føroyum, enn nakra aðrastaðni í heiminum
Føroyingum dáma væl at hyggja at fótbólti. Nú vísir ein nýggj kanning, ið heimasíðan sportingintelligence.com hevur gjørt, at ongastaðni í heiminum eru so nógvir áskoðarar til dystirnar í fremstu deildini, sum í Føroyum.

Sportingintelligence.com hevur roknað seg fram til, at í miðal eru 10,22 prosent av øllum íbúgvum í Føroyum til dyst, tá spælt verður í fremstu deildini hjá monnum. Og sambært heimasíðuni eru flest áskoðarar til dystirnar í Havn og í Klaksvík.

Í yvirlitinum sæst eisini, at Føroyar liggja á einum greiðum 1. plássi. Nummar 2 á listanum eru grannar okkara fyri vestan, Ísland við 4,22 prosentum, meðan Kypern er nummr 3 við 4,03 prosentum av íbúgvunum.

Skotland og Ongland eru ávikavist á 4. og 5. plássi, meðan Norra er nummar 6, Holland nummar 7, og Danmark er á 8. plássi á listanum hjá sportingintelligence.com.

17 prosent til landsdyst
Men tað er ikki bara í heimligu kappingini, at Føroyar eiga heimsmetið í samband við flestar áskoðarar í mun til fólkatalið.

8. juni í 1997, tá Malta var á vitjan á Svangaskarði, bleiv mett, at um 8.000 áskoðarar, ella umleið 17 prosent av føroysku íbúgvunum, vóru til dystin. Av hesum vóru 6.642 gjaldandi áskoðarar, meðan restin vóru ung undir 17 ár, ið høvdu ókeypis atgongd til landsdyst um hetta mundi.

Dystin ímóti Malta vunnu Føroyar 2-1.