Við einum fantastiskum avriki, eydnaðist tað føroyska U21-landsliðnum at spæla javnleik 1-1 móti Danmark í EM-undankappingardysti í Gundadali
Taktikkurin eydnaðist og føroysku leikararnir stríddust veruliga fyri hvørjum øðrum, tá tað eydnaðist føroyska U21-landsliðnum at spæla javnleik 1-1 ímóti Danmark.
Føroyska málið skoraði Róaldur Jakobsen stutt fyri leiklok, og um hepni og neyvleikin var við føroyska liðnum, so kundi alt endað við føroyskum sigri. Men danski málverjin stóð væl, og bjargaði dønum undan eyðmýkingini.
Tað var annars Brøndby-leikarin Simon Makienok sum legði Danmark á odda tríggjar minuttir fyri steðgin, og stóra partin av dystinum vóru tað danir ið stýrdu spælinum.
Men føroyingarnir fylgdu taktiska upplegginum frá venjarunum, Bill M. Jacobsen og Heðin Askham, og tískil gekk alt meir ella minni upp í eina hægri eind. Og stutt fyri seinasta bríksl setti miðvallarin úr B36, Róaldur Jakobsen bóltin í danska málið.
EM-undankappingin hjá føroyska U21-landsliðnum er av fyri hesaferð, og samanlagt fingu Føroyar 3 stig.