EM-undankappingin fyri U17-landslið við gentum verður komandi ár spæld í Føroyum. Føroyska liðið kom í bólk saman við Norra, Italia og Grikkalandi
Lutakastið, í samband við EM-undankappingarnar hjá U17-landsliðum við gentum hevur verið í Nyon í Sveis í morgun.

Føroyska U17-liðið kom í bólk 9, saman við Norra, Italia og Grikkalandi.

Har afturat gjørdist greitt, at dystirnir í bólki 9 skulu spælast í Føroyum.

Kappingin verður spæld í døgunum 25. til 30. september komandi ár.