Thailendingar vóru næskari frammanfyri málinum, og tí endaði alt við 2-0 sigri til vertirnar á Suchalasai Stadium í Bangkok
Olympiska liðið hjá Thailandi var eina tonn betri, tá Thailand og Føroyar møttust á Suchalasai Stadium í Bangkok.

Úrslitið gjørdist 2-0 til thailendsku vertirnar, sum eisini var støðan í steðginum. Thailand kom á odda tá fyrra hálvleikur var hálvrunnin, og beint fyri steðgin øktu thailendingar til 2-0.

Serliga í fyrra hálvleiki var Thailand betra liðið, meðan føroyingarnir komu betri við eftir hvíldina. Og um hepni var við okkara leikarum í ávísum løtum, so fingu Føroyar okkurt mál, men inn vildi bólturin ikki.

Umframt thailendsku mótstøðuna, skuldu føroysku leikararnir eisini stríðast við tann nógva hitan á vøllinum. Tá dysturin byrjaði vóru umleið 32 hitastig á Suchalasai Stadium.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar seinnapartin leygardagin.

Dysturin í tølum

Myndir

Húkandi f.v.: Pætur Dam Jacobsen, Jónas Tór Næs, Høgni Madsen, Kaj Leo í Bartalstovu og Viljormur Davidsen. 
Standandi f.v.: Jóan Símun Edmundsson, Gunnar Nielsen, Símun Samuelsen, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø og Arnbjørn Hansen.